Hvat við at vit í Føroyum fara at gera eina pengainnsamling til okkara Dialysusjúklingar

Tað sær út sum at politiska skipanin hevur spælt fallit viðvíkjandi okkara Dialysusjúlkingum og tí er tað upp á tíðina, at vit øll í Føroyum fara at hjálpa teimum.

Hvat kostar tað at seta eina Dialysuviðgerð á stovn á Klaksvíkar Sjúkrahús og á Suðuroyar Sjúkrahús?
Sum øllum kunnugt, so spæla pengar altíð inn, um okkurt skal flytast frá Landssjúkrahúsinum til hinu sjúkrahúsini og tí haldi eg tað hevði verið eitt gott hugskot, at vit øll í Føroyum fara at samlað pengar inn, so at vit fáa okkara Dialysusjúklingar til Norðoyggjar og Suðuroy.

Vit samlað inn til mangt og hvat ígjøgnum alt árið og nú okkara Dialysusjúklingar trongja til okkara hjálp, so kundi vit fingið onkran kønan at rokna út, hvat tað kostar at seta dialysutól upp á Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Kostar tað nakrar milliónir, so vænti eg heilt sikkurt at vit megna at samlað teir pengarnar inn.

Landssjúkrahúsið blívur við at siga at tað skal vera onkur lækni ella onkur fakligur sum skal hava ábyrgdina av trygdini fyri hesar sjúklingar og tað skuldi ongin trupuleiki verið, at givið einum lækna ella ein fakligan ábygdina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyrar Sjúkrahúsi, tey hava jú ábyrgdina av øllum sjúklingunum sum nú er. Viðgerðin klárar ein sjúkrasystir at gera og tað skuldi verið sera skjótt at lært nakrar sjúkrasystrar upp til at gera dialysuviðgerðina.

Tonki uppá at gjørt eina innsamling á sama hátt sum vit samlað pengar inn til krabbameinsfelagi, har vit øll samlað pengar inn í einari beinleiðis sending eitt fríggjakvøld ella leygarkvøld.

Kringvarp Føroya skuldi staðið fyri innsamlingini og so kundi vit onnur givið eini hjálpandi hond og sjálvandi skuldi allir okkara politikkara eisini verið við í innsamlingini, har fólk, vinnulívið og handilsfyritøkurnar kundi ringt inn og givið eina upphædd til Dialysutólini.

Koma nakrar milliónir inn, so skulu tær fara óskerdar til dialysutólini og trupuleikin skuldi verið loystir.

Símun á Høvdanum

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: