Hvat við at Klaksvíkar Kommuna og Klaksvíkar Sjúkrahús bjóðar Sigrid Mikkjalsdóttir eitt nýtt arbeiðið?

Hesin er eisini góðir við Norðoyggjar, vónandi kemur hann inn á vøllin og hjálpir okkum her norðuri. Kaj Leo og Karl Johansen vænti eg skulu nokk fáa tað uppá pláss, vit oysa pengar út til asfalt, lat okkum eisini tonkja uppá tey bleytu virðini.

Sá Dag & Viku í gjár har samrøðu og filmsklipp var av Sigrid Mikkjalsdóttir, sjá filmsklipp herundir.

Mítt uppskot er at vit geva Sigrid Mikkjalsdóttir eitt nýtt arbeiðið á Klaksvíkar Sjúkrahúsið ella Læknahúsinum, har hon kann taka sær av okkara dialysusjúklingum her norðuri og læra okkara sjúkrasystrar og kommunulæknar her norðuri at viðgerða dialysusjúklingar, sjálvandi um hon er áhuga í tí.

Fantastisk at síggja hvussu gott hon kláraði at gera alt sjálv og fyristilla tykkum um hon eisini hevði eina sjúkrasystir at hjálpa sær.

Havi skriva fleiri greinar um dialysuviðgerðir  fyrst í 20-unum, men har var lítil og ongin hjálp at fáa frá okkara lokalu politikkarum og landspolitikkarum, kanska ein broyting verður nú.

Kendi sera væl ein sum var í dialysu, men tíðanverri er hann deyður nú.

Har tosaði vit ofta um, hví dialysuviðgerðin ikki var á Klaksvíkar Sjúkrahúsið? men tá segði Landssjúkrahúsið akkurát tað sama sum tey siga nú, at tað skal verið ein ábyrgdarlækni sum skuldi taka sær av viðgerðini av dialysusjúklingunum í Føroyum, men tað sum er vert at leggja afturat og sum eg havi hoyrt frá álítkandi keldum og sum eisini er galdandi nú og tað er, at sjúklingarnir næstan ongantíð síggja hendan yvirlæknan og síggja tey hann ella hana, so er tað sum at síggja lunda á jólanátt.

Tað sigur okkum, at Landssjúkrahúsið als ikki hevur áhuga at spæla við og tey vilja gera alt fyri at sjúklingarnir ikki fáa dialysuviðgerð í nær sjúkrahúsunum í Føroyum.

Nú hava vit møguleikan at fáa viðgerðina norður, um allir okkara politikkara taka seg saman og gera tað møguligt hjá okkara sjúklingum at fáa viðgerðina í nærumhvørvinum. SO VERÐUR TAÐ GJØRT.

Símun á Høvdanum

Sigrid fær dialysu heima uttan hjálp, klikk link her….https://kvf.fo/netvarp/sv/2022/05/09/sigrid-faer-dialysu-heima-uttan-hjalp

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: