Hvat verður tað næsta?

Tað eru 70.000 seyðir í Føroyum og hvørt ár vera túsundsvís av teimum slakaðir.

Nógvir av hesum seyðum er sera fittir og hví skulu vit slakta hesar neyðardýr, sum einki annað hava gjørt enn at gingið í haganum og etið græs, á sama hátt sum grindahvalir og spingarar, einasta teir hava gjørt, er at eta fisk og svomi í havinum og taka vit laksin, so er tað einasta hann hevur gjørt, tað er at svomi í einum aliringi og etið fóður.

Soleiðis virkar verðin ikki, sjálvandi skulu vit eta tað sum sjógvurin og jørðin bjóðar okkum, hvat djór er fitt og ikki fitt, tað kunnu vit ikki bestemma, men sjálvandi skulu okkara stovnar bæði á landi og sjógvi gagnnýtast á bestan hátt, so hann ikki blívur hóttur og mær vitandi er springarastovnurin ikki hóttir.

Lat okkum gangnýta okkara tilfeingi best møguligt, bæði seyðin, hvalin, spingarar, fiskin og laksin.

Símun á Høvdanum

Please follow and like us: