Hvat hendur her? hetta er púra óforsvarligt

Fekk tríggjar myndir frá einum borgara í Klaksvík í dag og eg eri í sjokk, hvat hendir her?

Hetta er púra óforsvarligt, fyrstilla tykkum at eitt barn dettur niður í hesa grundina ella ein tungur lastbilur koyrir ov langt til høgru og vegurin ferð undan honum, so tori eg ikki at gita, hvat avleiðingarnar vera og tori als ikki skriva tað.

Hetta má Klaksvíkar Kommuna fáa skil uppá beinanvegin, helst í dag enn ein annan dag, hetta er púra burtur úr vón og viti. Hvat tonkja fólk fyri sær, tað er ov seint at handla, tá ið skaðin er hendur.

Vónandi verður handla skjótt í hesum málinum Klaksvíkar Kommuna.

Sjá myndir herundir, eg eri í sjokk og eg takki borgaran fyri at viðkomandi gjørdi okkum í Klaksvíkar Býráð vart við hetta óskili, sjálvt um eg eri eykamaður í Klaksvíkar Býráð, men verið eg boðsendir til næsta Býráðsfund, so skal hetta heilt sikkurt takast upp til viðgerðar.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: