Hvat hendur á Kirkjubrekka 3 í Klaksvík?

Fleiri borgarar í Klaksvík hava tosað við meg um byggingina á Kirkjubrekku 3 og eg havi gjørt mær tann ómak at fara niðan og kannað hvat gongur fyri seg har, sjá filmsklipp.

Á seinasta almenna Býráðsfundinum fanst Jógvan Skorheim harðliga at okkum í samgonguni í einum øðrum byggimáli og hevði orðið fleiri ferðir, um eina umsókn um byggiloyvið til íbúðarbygging- Matr. nr. 379, gamli HF bygningurin, tí vit ætlaðu at gera frávik viðvíkjandi parkering.

Tekniska fyrisitingin mælti til frávik í hesum málinum og onkur býráðslimur upplýsti, at har hevur ongantíð verið nøktandi parkerinspláss, heldur ikki tá ið bygningurin var ein skúli og málið bleiv samtykt.

Hann tvinnaði bæði hesi málini saman og segði at tað eisini skuldi gerast frávik á Kirkjubrekku 3, men eru hesi málini líka?

Nú er byggingin byrjað á Kirkjubrekku 3. Havi ikki ordilig sett meg inn í málið, men farið at taka málið upp, tá ið vit hava fund í Umhvørvis- og Býarskipanarnevndini í næstu viku.

Sum eg skilji tað, so skulu grannarnir vera hoyrdir í hesum málinum, áðrenn farið var ígongd, so vónandi eru teir tað.

Símun á Høvdanum, nevndarlimur í UBN

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: