Hetta lovaði Sjálvstýri áðrenn valið í 2016 og fekk flokkurin hundratals stemmur uppá at geva lyftir, um eitt og annað, tey ætlaðu at gera í býnum og lyftini kundi ongan enda taka, har bleiv lova í eyst og í vest, men lítið og onki er gjørt aftaná valið. Eitt dømi er á Fossum, har Sjálvstýri lovaði at grundstykkini skuldi vera tøk í 2017  og hvussu hevur Sjálvstýrið klára seg, at fáa íbúðir tøkar til borgarnar í Klaksvík, meira tvey ár aftaná valið. Úrslitið er NULL higartil, men nakrar eru á veg á Biskopstorginum, men nær tær vera latnar leigarunum er ongin sum kann siga nakað sum helst um.

Her greinin hjá Kristian Eli Zachariasen, sum er skrivað í 2016:

Grundstykkini á Fossum tøk í 2017

Fyri summarfrítíðina varð samtykt, at Klaksvíkar Kommuna skuldi fara í holt við eina útstykkingarætlan á Fossum, ið skuldi byrja í 2018. Síðani hetta varð kunngjørt, hava fólk víst ætlanini rættiligan stóran áhuga. Um vit taka útgangsstøði í grundstykkjalistanum, vóru 13 fólk á bíðilistanum í juni 2016, áðrenn ætlanin á Fossum varð kunngjørd. Síðst í august vóru 42 umsóknir, sum er meira enn ein trífalding av umsóknum. Vit kunna loyva okkum at staðfesta, at ætlanin á Fossum óivað er orsøkin til hetta.

Vit framskunda ætlanina til 2017
Tað er stórur gravgangur eftir at seta búgv í Klaksvík. Um vit leita ígjøgnum heimasíðurnar hjá teimum ymisku húsameklarunum, síggja vit nærum ongin hús á sølulistanum, ið eru í Klaksvík. Somuleiðis er sera torført at fáa fatur á leiguíbúðum í løtuni. Hetta skulu vit sum kommuna loysa. Tískil er bráneyðugt, at Klaksvíkar Kommuna framskundar útstykkingarætlanina á Fossum og byrjar uppá hana í 2017.

Byggingin skal vera fjølbroytt
Tað skal vera rúm fyri fjølbroyttari bygging. Ásannandi tørvin á leiguíbúðum, skulu vit taka hædd fyri hesum og seta øki av til tað. Klaksvíkar Kommuna skal samskifta við Bústaðir um at útvega einar 8-12 leiguíbúðir, ið ikki endavenda tí mánaðarligu fíggjarætlanini hjá einari familju, samstundis sum vit bjóða eini 20-25 grundstykkir út.

Taka hædd fyri trivnaði og grønum økjum
Tey síðstu árini hevur dentur verið lagdur á at fremja grøn økir kring um í býnum. Hetta skal takast við frá byrjan í nýggja býlinginum. Tað skal vera rúm fyri grønum og rekreativum økjum. Somuleiðis skulu vit hava eitt spælipláss við fótbóltsvølli tilknýtt nýggja býlinginum.

Ikki neyðugt við lántøku – kommunan megnar at fíggja ætlanina
Kommunan hevur fleiri stórar verkætlanir í gongd í løtuni, ið verða fíggjaðar uttan lántøku. Hetta hevur við sær, at ein stórur partur av tøka peninginum á íløgusíðuni fer til hesar ætlanirnar.

Fyrsta byggistig á Fossum er mett at kosta 12,5 mió. kr. Inntøkurnar frá 20-25 grundstykkjum eru áleið 8,5 mió. kr. Sostatt er kostnaðurin 4 mió. kr. at íverkseta ætlanina á Fossum. Til dømis kundi hetta verði fíggjað við at halda aftur við avdrøgum í 1 ár. Í verandi stund verða 8,5 mió. kr. goldnar um árið. Tá ið grundstykkini eru seld, kann peningurin nýtast til eitt dupultgjald av avdrøgum áljóðandi 17 mió. kr. Til ber at finna tær írestandi 4 mió. kr. innanfyri tann verandi íløgukarmin hjá kommununi.

Útstykkingin á Fossum er alneyðug
Klaksvíkar Kommuna er í menning. Vit hava rokkið 5.000 íbúgvum. Nú snýr tað seg um at vera framskygdur – leggja lunnar undir einum enn størri vøkstri. Skulu vit tryggja vøksturin og eitt fjøllbroytt úrval av grundstykkjum og íbúðum, er tað alneyðugt, at vit sum kommuna fara undir verkætlanina í 2017!

Kristian Eli Zachariasen
Býráðslimur

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author