Hvat hendur á Biskoptorginum?

Um tveir dagar skriva vit 1. februar 2019 og onki frættist, hvat hendur á Biskopstorginum? Tann 21. juli 2018 hevði eg ein grein um Biskopstorgi og setti eg borgmeistarnum nakrar spurningar, sum enn eru aktuellur og møguliga kann Jógvan Skorheim svara spurningunum nú, heili seks mánaðir aftaná?

Spurningar Viðvíkandi Biskopstorg?
News.fo fór runt við myndatólinum í morgun og endaði eg mitt í býnum á Biskopstorg og her nakrar spurningar til umsitingina hjá Klaksvíkar Býráð ella til Býráðsformannin, viðvíkjandi hesari bygging og hvussu tað gongur við byggingini av Biskopstorg.

Hevði onkur í umsitingini hjá Klaksvíkar Kommunu kunna svara okkum uppá hesar spurningar, so siga vit takk:

1. Hvussu nógv kostar Biskopstorg nú?
2. Nær verður tað liðugt?
3. Hvussu nógv fara íbúðurnar at kosta?
4. Nær kunnu leigarnir væntað at sleppa inn í íbúðurnar?
5. Helt játtanin?
6. Var játtanin ov lítil ella er tað meirkostnaður?

Tað er Ósbjørn Jacobsen, sum hevur teknað Biskopstorg. Tað vera 30 íbúðir í ymiskum støddum, samlað búvídd 2.700 fermetrar. Byggikostnaður skuldi vera 50 milliónir og tað er Bústaðir, sum byggir íbúðirnar í miðbýnum í Klaksvík fyri Klaksvíkar Kommunu.

Vónandi fáa vit svar í komandi viku. Gott vikuskiftið øll somul.

SáH

Please follow and like us:

4 thoughts on “Hvat hendur á Biskoptorginum?

  1. Pingback: sex doll
  2. Pingback: Plumber Near Me

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.