Hvar vóru okkara lokalu samgongutingfólk í gjár?

Tað kann ikki bera til at útjaðarin skal gjalda fyri gildið í Tórshavn, har bara ein bygningur, hevur ein meirkostnað omanfyri 400 milliónir og har tað mesta er og verður handla í heimildarloysið.

Vit liva av Fiskivinnuni og Alivinnuni, tí er tað alneyðugt, at vit hava skikkaðar politikkara at umboða útjaðaran, har øll okkara høvuðsvinna heldur til og tað er av henni vit liva av.

Væntaði meira av okkara lokalu samgongupolitikkarum í gjár, men teir flentu tá ið atkvøtt bleiv og so verður spennandi um tey flenna, um okkara høvuðsvinna verður fyri hóttarfalli, eftir at bæði uppskotini blivu samtykt í Løgtinginum í gjár, her eitt filmsklipp, har eg sigi mína hjartans meining um okkara lokalu samgongutingfólk.

Símun á Høvdanum

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: