Hvar er gonguteigurin og hvat hendir á kajøkinum?

Nógv hava heitt á News.fo og Norðoya Portalin, um hvat hendir við Blikksmiðjuna í Klaksvík og har tey eru í øðini inn á, at Klaksvíkar Kommuna hevur givið Klaksvíkar Blikksmiðju byggiloyvið til at byggja heilt út til vegin og nú er ongin møguleiki at ganga har, tí so skal ein ganga á vegnum og har koyra jú bilarnir Ein má spyrja, hvat fyrigongur á kajøkinum niðanfyri Klaksvíkar Blikksmiðju?

Kanska Klaksvíkar Kommuna kemur við einari kunning til borgarnar í Klaksvík og hví ein fyritøka kann byggja heilt út til ein almennan veg og hvat gongur fyri seg á kajøkinum og hvat er framtíðaræltanin á hasum økinum.

Skal eg gita, so rokni eg við at tað verður gjørt líka sum í eystursíðuni á Klaksvík, men eg eri ikki sikkur hvat hendir har, men trygt er tað als ikki nú, vit hava nógv fólk sum ganga júst har og ferðslan er stór, tí Rúsan og Røktarheimin Vágin eru grannar.

Løgið sær tað út.

Soleiðis sær tað út á hinari síðuni

Soleiðis sær út niðanfyri Føroya Keypssamtøku á eystursíðuni og her sær gott út og sera trygt hjá gongufólkum at ganga, bæði við kajkantin og at tey hava gonguteig at ganga á.

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: