Hvar beiv opinleikin av í Klaksvíkar Kommunu?

 

Ein má spyrja hvar opinleikin bleiv av hjá Klaksvíkar Kommunu? nú meira enn 50 prosent av Býráðsskránni í dag er fyri afturlatnum hurðum.

5 mál kann almenningurin fylgja við í, men heili 6 mál eru fyri afturlatnum hurður, hví so er má ein spyrja okkara fólkavaldu um, men má tað vera tí, at á seinasta býráðsfundinum tann 25. mai, klikk link herundir, var samgongan als ikki samd í fleiri málum. Eitt nú, tá ið stýri fyri Atlantis ætlaði at koyra borgmeistaran út úr stýrinum fyri Mentanurnarhúsinum, so at Klaksvíkar Kommuna ongan makt hevði í stýrinum í framtíðini, hetta stóð í tí málinum, Mælt verður til, at býráðið tekur undir við at broyta viðtøkurnar, sum víst omanfyri – at borgarstjórin fer úr stýrinum, sjá her: 43/22 22/01026-1 Broyting av viðtøkum fyri grunnin, Mentanarhús í Klaksvík og hetta málið fall og tískil er borgmeistarin enn í stýrinum og kvettroyndin bleiv stemma niður.

Aftaná hevur man hoyrt, at kommunan nú er í holt við at niðurleggja stýri og fáa Menturnarhúsi undir Klaksvíkar Kommunu aftur og tað haldi eg er tann rættað loysning. Stýri hevur fingið alt ov stóra makt og tá ið tey nú eisini royna at gera kvettroynd móti Klaksvíkar Kommunu, so er onki annað at gera enn at siga alt stýri upp og niðurleggja tað ella broyta viðtøkurnar og skifta allar nevndarlimurnar út og seta okkara fólk inn ístaðin.

Eitt annað mál var um eitt byggiloyvi í Árnafirði, sjá her: 48/22 22/00723-3 Umsókn um byggiloyvi til seyðahús á matr.nr. 22, Árnafjørður, har varaborgmeistarin Atli S. Justinussen tapti atkvøðugreiðsluna og málið bleiv samtykt.

Mín meining er tann, at mest sum øll mál skulu vera almenn, so at opinleikin verður so stórur sum møguligt og at man sleppur frá at mistonkja politikkarnir um at føra vinar og kenningarpolitik.

Eitt stórt mál er í dag og sum allir borgarnir í Klaksvík eru sera áhugaði í og tað er lántøkan 2022 í BankNordik, men tað er eisini fyri afturlatnum hurðum og tískil fáa vit ikki innlit í tað málið.

Her málini sum eru fyri afturlatnum hurðum:

Til viðgerðar fyri afturlatnum hurðum
59/22 22/00549-25 Jústabrekka 1- uppskot til sølulýsing
60/22 22/00584-12 Nýgerð av elsta partinum – Fjallafípan
61/22 21/01301-9 Lendi til parkeringspláss við Kjalarvegin
62/22 22/00751-8 Lendi ísv. p-pláss og alment WC í Árnafirði
63/22 22/01076-3 Umsókn um keyp av matr.nr. 807c
64/22 22/01284-1 Lántøkur 2022: lán í BankNordik

Símun á Høvdanum

Býráðsskráin er nú tøk

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: