Húsini hjá Nólsoyar Páll eru sera vøkur og taka seg væl út har tey eru steinsett

Var ein biltúr í morgun og tók nakrar myndir av húsinum Nólsoyar Páll, sum eru sera vøkur og taka seg væl út í lendinum.
Húsini hjá Nólsoyar Páll vera heilt sikkurt ein stór uppliving hjá øllum ferðafólkunum, sum koma á vitjan í Klaksvík, men eisini fyri okkum sum búgva her.
Tað er Archibald Black, sum stendur fyri allari byggingini og er hann komin sera væl frá uppgávuni.
Annars sita hesi í áhugabólkinum, Nólsoyar Páll, og eru tey: Archibald Black, formaður, Líggjas í Bø, skrivari og kassameistari, Finn Kjølbro, nevndarlimur, Anfinn Kallsberg, nevndarlimur.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: