Hús brend í Bjargamannadali á Borðoynni í nátt

Eini summarhús sum vóru í Bjargamannadali á Borðoynni, eru brend í grund í nátt.
Umleið kl 02:00 í nátt bleiv tyrlan boðsend, saman við sjúkra- og sløkkiliði í Klakasvík.
Norðoya Portalurin & News.fo ringdi til vakthavandi á Politistøðini kl. 06.17 og har bleiv váttað, at eini hús vóru brend sunnast á Borðoynni, men upplýst bleiv eisini, at tað vóru ikki skóthúsini hjá gulu skótinum, tað vóru ein onnur hús og var staðið, um eg hoyrdi rætt, Bjargamansdali.
Ongin mansskaðið var og nú kl. 07.45 upplýstið Karl Johansen, sum er ein av eigarnum av húsinum við Útvarp Føroya, at har er alt, sum kundi brennast, brent og tá ið tyrlan fleyg yvir økinum har húsini stóðu, bleiv staðfest at ikki var neyðugt hjá sløkkiliðinum at fara á staðið.
Karl Johansen og Finn Hansen, sløkkiliðsleiðarin, vóru á staðnum í nátt, og kundu endaliga staðfesta at har var lat brent.
Hví eldur var komi í, visti Karl Johansen ikki, men fólk vóru í húsinum leygardagin og har var onki el í húsinum og teir sum vóru har leygardagin høvdu sløkt fyri gassinum til ovnin, men nú verður kannað, hví eldur kom í.
SáH