Hugsa um samlaða kostnaðin, tá ið tú keypir jólagávuna

Í hesum døgum lýsa nógvir handlar við, at tú kanst keypa jólagávuna nú, men rinda hana í smáum, t.d. yvir eitt ár.

Tað kann vera freistandi at keypa upp á avgjald, men er aloftast eisini ein dýr loysn. Tú rindar nevniliga í flestu førum stovningargjald, rentur o.a., tá ið tú rindar fyri eina vøru í smáum yvir longri tíð. Tað er tað sama sum at taka lán til jólagávuna.

Um tú vilt samanbera lán frá ymiskum veitarum, skalt tú hyggja eftir ÁKP, sum fortelur tær, hvat tað í veruleikanum kostar tær at læna peningin.

ÁKP stendur fyri árligi kostnaðurin í prosentum, og har eru allir kostnaðir íroknaðir.

BankNordik Føroyar

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author