Fríggjadagin 10 jan kl. 15.00 verður Hugnaløta í Kirkjukjallaranum. Niclas Heri Jákupsson hugleiðir: Jaligur hugburður og virðiligt samskifti. Marjun Lómaklett hevur andakt.
Niclas Heri kemur at hugleiða um týdningin at hava jaligan hugburð til lívsins viðurskiftir. Øll menniskju uppliva mótgongd, trupulleikar og sorg á lívsinsleið, og øll menniskju kenna til einsemi, máttloysi, vónloysi, ørkymlan, stúran, ótta og enn tá deyða – tað er ein partur av lívinum.
Men hvussu tora vit at vera í mótgongdini, trupulleikunum og sorgini – og merkja kenslur, sum gera at vit vera kedd, vónsvikin, fella í fátt og gráta – og samstundis hava vón og trúgv at eftir grátur, so kemur látur?
Hvussu kunnu vit í dagligdegnum venja okkum við at hava ein jaligan hugburð til lívið? Har vit merkja nærveruna og orkuna, og har vit hava yvirskot at hjálpa og gera mun fyri onnur – samstundis sum vit sjálvi eru eyðmjúk og takksom.
Niclas Heri kemur eisini inn á hvussu stóran týdning virðiligt samskifti hevur – her serliga evnini at lurta við nærveru, og at duga at spyrja við áhuga.
Niclas Heri sigur sjálvur, at hann fer at leggja dent á at tað verður hugnaligt, lætt og stuttligt, samstundis sum tað skal vera fakligt og gevandi.
Ein góður drekkamunnur verður at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Christianskirkjan
Lýsing VARP