Hugnaligt kappróðrartorg á vestaru bryggju

Norðoyastevnuróðurin er væl og virðiliga rótfestur leygardagin á Norðoyastevnu. Leikvøllurin er sjálv vágin, og soleiðis hava Norðoyastevnan og tjóðarítróttur okkara gingið hond í hond seinastu 85 árini.

Á hesi Norðoyastevnu fara vit at kveikja nýtt lív á bryggjuni, har áskoðararnir halda til. Vit umskapa bryggjuna til eitt torg, har børn og vaksin kunnu hugna sær saman, meðan róð verður.

Í millum róðrarnar fer Hallur Joensen at seta lív í á bryggjuni við góðum tónum og á torginum ber til at keypa vælumtóktar kondittarabitar frá Kondittarí Marietta, breyð við føroyskum viðskera frá bóndagarði, leskiliga suppu, øl, kaffi og heitt kakao. Poppkorn og ymiskt annað verður eisini til børnini. Soleiðis vilja vit, at fólk kunnu njóta kappróður, tónleik, góðan mat og hugna sær saman leygardagin komandi.

Norðoyastevnuróðurin er serligur í mun til aðrar róðrar, tí á Norðoyastevnu fært tú eina hylling á, hvussu róðrarárið fer at síggja út. Fleiri 100 ungdómar koma spent til Klaksvíkar at kappast í virðing hvør móti øðrum og seinasta útmeldingin hjá RSF er, at tað er metluttøka til róðrarárið 2021. Hetta gleðast vit um og vænta vit nógvar sera spennandi og tættar róðrar. Róðurin verður sjálvandi vístur á stórskíggja á bryggjuni.

Klaksvíkin er karmur um fleiri fjølbroytt og savnandi tiltøk, har trivnaðurin er í hásæti hjá gestum og borgarum. Við nýggja leistinum kring Norðoyastevnuróðurin vilja vit í Klaksvíkar Róðrarfelag bjóða øllum í Føroyum vælkomin til ársins fyrsta stevnuróður.

Atgongumerki á 100,- kunnu keypast á atgongumerki.fo og við dyrnar. Við høvuðsdyrnar ber til at rinda við gjaldskorti.

Klaksvíkar Róðrarfelag

Please follow and like us: