Hoyr formansrøðuna hjá Bárður á Steig Nielsen á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, helt seinastu formansrøðuna, áðrenn tey tvey valini, sum standa beint fyri framman, nevnliga fólkatingsval og løgtingsval.
Formansrøðan her, video: https://www.facebook.com/samband.fo/videos/504274090105803/
Bárður tosar innleiðandi um týdningin av at vinna flest møguligar atkvøður í miðstaðarøkinum, bæði til fólkatingsvalið og løgtingsvalið. Tað verður stór kapping millum teir stóru flokkarnar um at vinna so nógvar atkvøður sum gjørligt í miðstaðarøkinum og harvið fáa umboð á Fólkating og fleiri sessir og ávirkan í Tinginum.
Hann tosar eisini um týdningin av at fáa fleiri kvinnur og ung í politikk.
Formaðurin leggur dent á sosialliberalu kósina hjá Sambandsflokkinum.
Sosiali parturin av stevnuni ábyrgdar flokkin at menna vælferðina:
• Góðir barnagarðar og framkomnir skúlar
• Eitt heilsuverk, sum tekur sær av okkum, tá heilsan svíkur
• Virkin ungdómur, sum fær góðar møguleikar at trívast og mennast
• Virðiligur og virkin aldurdómur í góðum og tryggum hondum
• Sosialt netverk, ið loftar teimum veikastu, um tey snáva.
Liberali parturin av stevnuni ábyrgdar flokkin at geva vinnulívinum betri møguleikar at vinna pengar og menna vinnuna til at fíggja vælferðina:
• Atgongd til nýggjar marknaðir
• Íverksetan og luttøka í vinnuframaskipanum, eisini í Ríkinum
• Hóskandi vinnulógir
Bárður heldur, at flokkurin við hesum hevur valt tað besta frá vinstra og høgra.
Harafturat vísir hann á tørvin á einari hondfastari búskapar- og fíggjarstýring av almenna búskapinum.
—
Vit í Sambandsflokkinum eru klár til at fara undir eitt valstríð – og gerast vinnarar.
Landsfundurin var leygardagin 9. mars, á Hotel Hafnia.
Røðan kann eisini lesast her – Formansfrágreiðing.