Holgar Jacobsen við nýggjum staklagið “Fjøtraður”

Holgar Jacobsen er komin við einum nýggjum staklagið, sum hann kallar “Fjøtraður”. Góður sangur, hoyr hann her við at klikka á linki niðanfyri.

Hetta skrivar Holgar Jacobsen á sín Facebook vanga fyri 4 tímum síðani:

Hey tit øll😀
Staklagið Fjøtraður kemur út í dag. Eg eri takksamur fyri allan stuðul, eg fái at gera tónleik.
Tónleikarar eru:
Trummur Høgni Klakkstein.
Bass Eyðun Johannessen.
Tangentar, harmonika, kór, mix og master, Finnur Hansen.
Orð og lag, sang og gittar, Holgar Jacobsen.
Um lív og heilsan verður, eru fleiri løg ávegis í ár.
Takk til Eriku fyri tín stuðul.
Tutl stendur fyri útgávuni: HJF568, ið vónandi skjótt verður samlað í eina LP.

Grillin hjá Símun - Maverick
Grillin hjá Símun – Maverick
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author