Hørð og sannheitsorð ímóti okkara ódugnaligu leiðslu, les grein her:

Tilvildarlig mynd. Norðoyingur við bryggju í Klaksvík
Jn.fo skrivar, at 5 íslendsk skip sigla fullfermd heim til Íslands at landa. Tey hava omanfyri 10.000 tons av svartkjafti, sum alt er fiska sunnan fyri Føroyar.
Í løtuni eru útvið 30 skip á feltinum suður og í landsynning av Føroya Banka, tey flestu russisk og íslendsk.
Jupiter er við at verða fulllastaður og skal so seta kós heim at landa. Tað vil siga 2.000 tons av fiski. Restin er vatn, so vit fáa kølt fiskin. Tí tað gongur so long tíð, áðrenn vit at fáa hann uppá land. Vit kundu fiska 2.500 tons um alt var sum fyrr. MEN vit mugu bíða eftir landingartørni, tí vit sleppa ikki uttanlands at landa og fáa betur prís. Um tað gongur gott, so sleppa vit kanska at landa hóskvøldið. Og síðan skunda okkum aftur á felti at kappast við íslendingar og russar.
Hvat er tað, sum er gingið galið í Føroyum? Hví skulu vit ikki sleppa at fiska í okkara føroyska sjóøki. Okkara uppisjóvarfloti liggur og gnaddar gummi og bíðar eftir at sleppa at landa, meðan íslendsk skip sigla fullfermd heim at selja fongin. Russisk skip liggja inni á Kongshavn og umskipa teirra fong, ið allur er fiskaður í føroyskum sjóøki.
5000 tons av svartkjafti svimja eftir í ES øki. Í løtuni eru tey ávegis í føroyskt øki. Hetta er sostatt mist ES kvota, sum ongin fekk nakað burturúr.
So tað er markotligt, at man skal lesa og hoyra Tjóveldisrørsluna profilera seg við at skerja blokkin, samstundis sum atgerðarloysi í fiskimálaráðnum ger, at samfelagið missur stór virðir, og evnini at standa á egnum beinum bert eru omanfyri hálsvølin.
Tú gud forbarmi seg! Og hetta heldur áfram, meðan útvarpstóli varpar okkurt arabiskt volapyk út og Føroyaland er í fríum falli.
Myndirnar eigur Isleifur VE 63. Hann er inni í Íslandi í morgin kl. 15. Í posanum hjá honum eru 500 tons av svartkjafti. Hetta reyða “stoffi” er fiskur. JA, so nógvur fiskur er at fáa í føroyskum øki í løtuni. Fiskivinnulóggávan hevur bundið okkara skip til bryggjuna at bíða eftir landing. Tá hetta reyða “stoffi” er vekk, er ongin grund at skunda sær meira.
So vakni føroyingar! Her er ikki fiskaloysi, sum var okkara skrekkur fyrr, men ódugnalig fólk, ið forkoma okkum!!!
Jonhard Danielsen “Facebook 16042018”
SáH