Høgni Hoydal orsøk til millióna endurgjald móti landskassanum

Í marts 2016 avgjørdi Høgni Hoydal at taka aftur øll lovyi frá Norðhavinum. Hetta hóast hann visti, at avgerðin kundi hava við sær endurgjaldsskyldu móti Fiskimálaráðnum.

Reiðarin legði sak, ið Fiskimálaráðið tapti. Ráðið bleiv dømt at viðurkenna, at reiðaríið eigur rættindini til nevndu loyvi. Ráðið bleiv eisini dømt endurgjaldsskyldu.

Fiskimálaráðið kærdi málið til landsrættin. Advokaturin hjá ráðnum hevur nú mælt til at taka kæruna aftur, tí ráðið mest sannlíkt fer at tapa málið í landsrættinum.

Tað eru emætisfólkini í ráðnum og enntá danski kamaradvokaturin, sum hava mælt Fiskimálráðnum at taka kæruna aftur beinanvegin.

Hetta fær Hoydal til at leypa á nýggja landsstýrismannin og ákærir Vestergaard at hava lagt politiskt trýst á sínar embætismenn.

Sama plátan verður spæld: “Flyt Fiskimálaráðið til Hollands”, “útlendingar frítt at fara”, “millióna virðir latin útlendingum”. Tað sama, vit hava hoyrt frá Høgna Hoydal seinastu mongu árini.

Álop er besta verja, verður sagt.

Einki undur, at Hoydal kennur seg kroystan at leypa á.

Støðan er nevniliga, at hann sum landsstýrismaður ferð eftir ferð legði seg út í málsviðgerðina í ráðnum og tók reint politiskar avgerðir.

Ein av teimum var avgerðin at taka aftur lovyið frá Norðhavinum. Tað var Høgni Hoydal sjálvur, sum tók hesa avgerð.

Føroya Rættur hevur dømt avgerðina ólóliga at vera við teirri avleiðing, at landskassin nú helst skal rinda reiðarínum millióna endurgjald.

Við ø.o hevur Hoydal í hesum máli verið beinleiðis atvold til, at landskassin helst skal rinda hetta risa endurgjald.

Leikluturin hjá Høgna Hoydal átti at verið kannaður.

Tað ber ikki til, at hann ferð eftir ferð loypur á okkara rættarskipan og setur seg sum dómara og rættvísis apostul yvir alt og øll.

Hoydal hevur yvirhøvur onga virðing fyri okkara rættarskipan.

Annað dømi um politiska hegnið hjá Høgna var eisini málið um flyting av pelagiskum rættindum hjá línuskipum.

Tá Høgni bleiv landsstýrismaður tók hann uppaftur somu umsiting, sum hann sjálvur kravdi skuldi hava sum avleiðing, at Jacob Vestergaard skuldi frá sum landsstýrismaður.

Hann blandaði seg upp í viðgerðina, og søguna kenna vit aftur.

Men Høgni Hoydal er sjálvandi upphevjaður yvir alla lóg og rætt. Tær lógir og grundreglur, sum hann vil hava at galda fyri onnur, galda sjálvandi ikki fyri hann sjálvan.

Í málinum um pelagisku rættindini hjá línuskipum bleiv Hoydal ferð eftir ferð ávaraður av sínum embætisfólkum, men bleiv allíkavæl “fríkendur” í eini teirri mest margháttligu løgfrøðiligu frágreiðing, eg nakrantíð havi lisið.

Høgni bleiv fríkendur, tí hann “hevði ikki givið sær far um” tær kunningar hann hevði fingið.

Jú, tað eru heilt serligar reglur galdandi fyri Høgna Hoydal.

Tað grovasta av álopinum hjá Høgna var tó hansara heilsan til tey starvsfólk í Fiskimálaráðnum, sum í 4 ár loyalt hava arbeitt fyri hann sum fiskimálaráðharri.

Hann leggur tey beinleiðis undir at hava latið seg trýsta av Jacob Vestergaard at taka politiska avgerð um at taka kæruna aftur.

Hvat sigur búskapar- og løgfrøðingafelagið til, at Hoydal ákærir síni fyrrverandi embætisfólk fyri at vera korrupt og í lummanum á hálendskum spekulantum?

Christian Fribjart Andreasen
Løgtingsmaður

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.