Høgni Hoydal bert 44 stemmur í Klaksvík, Beinur 444 stemmur

Stór skomm at hava ein Fiskimálaráharra, sum bert fekk 44 stemmur til Fólkatingsvalið í Fiskivinnuhøvuðsstaðnum í Føroyum, nevnliga í Klaksvík og har nýggja stjørnuskoti innan føroyska politikk Beinur Johannesen fekk 10. ferðir fleiri stemmur enn hann, heilið 444 stemmur.

Tjóðveldi gekk 189 stemmur aftur í Klaksvík og nú er hann niðri á 9,7 prosentum og fór tilskil 50% aftur í prosentum, frá 18,6 til 9,7 prosent.

Og blívur Tjóðveldi við at gera umstøðurnar hjá okkara fiskivinnnu her norðuri verri, so verður væntandi at teir fara í spønir til næsta Løgtingsval.

Eitt er at siga til Tjóðveldi, sjávlgjørt er vælgjørt.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author