Høgni Hoydal: Allir fjølmiðlarnir hava skeivt, eg havi rætt

Høgni Hoydal langaði hart út eftir Norðlýsinum og fjølmiðlunum í Føroyum. Har hann helt, at fólk heldur skuldi kannað tølini hjá fjølmiðlunum enn hansara tøl.

Hann helt tað vera nógv fyri, at alt sum hann kom alment fram við bleiv kannað og onki bleiv kannað hjá fjølmiðlunum, eitt nú tølini hjá Norðlýsinum.

Jørgen Niclasen hevði seinasta viðmerkingina á tinginum í dag og hann helt at Høgni Hoydal var ein nýggjur Trump, sum nú legði allar fjølmiðlarnar í Føroyum undir skeivan tíðindaflutning og har allir fjølmiðlarnir í Føroyum høvdu skeiv tøl, men hann sjálvur hevði øll tey røttu tølini og hevði rætt í øllum.

Ikki lætt at vera fiskimaður í hesum døgum.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author