Óli Mortensen hevur fyri góðum tíma síðani svomi 1500 metur frí á heimsmeistarakappingin í Hangzhou í Kina. Hann kom inn við tíðini 15:17.47 og var tað nakað frá hansara persónligu bestu tíð, sum er 15:02.27.
Samanumtikið kundi HM verið betur fyri okkara svimjarar, ongin kláraði sínar bestu tíðir og tað er ikki gott nokk, men sum eg havi lagt merkist til, so hava tíðirnar heldur ikki verið serliga góðar hjá hinum londunum, so kanska hetta hevur verið ein hylur, sum ikki er skjótir at svimja í.
Nú er bara at koma upp á hestin aftur og so stríðast alt tað man kann fyri málinum, sum er OL í Tokyo í 2020.
Góða reisu heim øll somul.
Mynd: Anni á Hædd
SáH
Please follow and like us: