Hjartaliga tillukku Christian Fríbjart Andreasen

Formaðurin í Fólkaflokkinum og Símun á Høvdanum. Hann skal nokk vera ein góðir formaður og leiðari. Hann kemur frá einari góðari familju.

Fólkaflokkurin hevur fingið nýggjan formann og tað bleiv Christian Fríbjart Andreasen.

Valið var ímillum Beinir Johannesen og Christian Andreasen og sum skilst so vóru tað bara 2 stemmur sum avgjørdi at tað bleiv Christian sum bleiv formaður.

Vit í Norðoyggjum eru sjálvandi skuffaði, men eg rokni við at Christian verður ein góðir formaður og skal man vinna nakað val í Føroyum, so skal man hava ein sterkan lista í Suðurstreymoy, tí tað er næstan ómøguligt at vinna eitt val, um man tapir í høvðusstaðnum, nú vit bara hava eitt valdømi og ikki sum fyrr 7 valdømir.

Beinir Johannesen er ungir, so eg yvist onga løtu í at hann fær møguleikan í framtíðini, men hetta er triðju ferð, at hann ikki hevur fingið ein stóran post. Fyrst kundi hann verið borgmeistari í Klaksvík, um hann stillaði upp til Býráðsvalið seinast, men tað gjørdi hann ikki, síðani kundi hann verið Landsstýrismaður og nú formaður í Fólkaflokkinum.

Haldi sjálvir, at hann gjørdi ein stóran brølara, við ikki at stilla upp til Býráðsvalið seinast, tí so hevði Fólkaflokkurin fingið reinan meiraluta í Klaksvíkar Býráð og við honum sum borgmeistara, men hann vildi tað ørvísið og kanska hevur tað gjørt, at fleiri í Fólkaflokkinum hava hildi, at hann ikki hevur verið so heitur fyri at vera ein leiðari longu nú, tá ið hann ikki tímdi at vera borgmeistari í Klaksvíkar Kommunu.

Eg vil ynskja Christian Fríbjart Andreasen hjartaliga tillukku og takka Jørgen Nicalsen fyri hansara tíð sum formaður. Veit at Beinir kemur sterkt aftur.

Símun á Høvdanum

Christian Andreasen og Símun á Høvdanum. Mín kæra familja, hann skal nokk vera ein góðir formaður.
Símun á Høvdanum og Beinir Johannesen. Hevði Beinir telva rætt, so var hann okkara borgmeistari.
Jørgen Niclasen og Símun á Høvdanum. Takk fyri tíðina sum formaður, nú hevur tú tíð at vera stjóri í Handilsvirkinum Niclasen, ein sera góð og sunn fyritøka, tað kann eg skriva undir upp á, sum fyrrverandi stjóri.
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author