Hjartaliga til lukku við heimsmeistaraheitinum, Jóhan á Plógv Hansen

“Hvor der er en vilje, er der en vej”, og tað hevur tú so sanniliga prógvað, Jóhan. Fyri góðum tveimum árum fekk bjarta hondbóltsframtíðin eitt skot fyri bógvin, tá tú var so óheppin at slíta krossbandið í einum Champions League dysti. Tað eru ikki nógv, ið fóta sær aftur aftaná ein so álvarsligan skaða, men tú stríddi teg ikki bara aftur á vøllin. Nei. Tú komst uppaftur sterkari aftur.

Í dag stendur tú við gullmedaljuni um hálsin og HM steypinum í hondini. Hóast tú ikki varð úttikin til dystin í dag vísti tú góðan ítróttaranda. Sum tú sjálvur segði so væl: “Eg havi verið við í átta dystum, og tað eru átta dystir meira enn eg hevði roknað við.”

Góði Jóhan, hjartaliga til lukku við heimsmeistaraheitinum í hondbólti. Vit eru øll errin av tær!

#fólkaflokkurin

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.