Vinna

Hjálparpakki til fólk og fyritøkur

Tað er avgerandi neyðugt, at samfelagshjólini halda fram at mala so ótarnað sum tilber, hóast átøk eru sett í verk fyri at avmarka coronasmittuna. Landsstýrið hevur tí saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum gjørt ein vinnuligan hjálparpakka við fýra ítøkiligum átøkum, ið skal hjálpa føroyingum og føroyskum fyritøkum, sum kunnu rokna við minkaðum eftirspurningi og minni arbeiði.

– Við hjálparpakkanum kann vinnuliga virksemið halda fram so ótarnað sum tilber komandi tíðina, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

Roknað verður við, at fleiri fáa minni at gera komandi tíðina. Færri ferðafólk koma til Føroya, og tað fer at raka ferðavinnuna í summar. Virksemið í samfelagnum verður merkt av, at vit skulu vera meira heima og minni úti. Og Føroyar verða eisini ávirkaðar av búskapargongdini úti í heimi. Tað fer helst at hava við sær, at eftirspurningurin eftir føroyskum útflutningi fer at minka.

Landsstýrið fer tí at hjálpa fólki og fyritøkum, sum fáa øktar útreiðslur av teimum átøkum, sum verða framd fyri at tálma coronasmittuna.

– Hetta er í løtuni ein heilsukreppa, ið fær stórar avleiðingar fyri búskapin. Uppgávan er at forða fyri, at avleiðingarnar verða so stórar, at tær fáa varandi ávirkan á føroyska búskapin, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

Hjálparpakkin skal setast í verk við lógarbroytingum og skundviðgerð í Løgtinginum.

Tað er trupult at meta um kostnaðin av átøkunum, tí tað er treytað av sjúkugongdini í samfelagnum, og neyðugum tillagingum hjá vinnufyritøkum. Landskassin og ALS bera kostnaðin, og samlaði kostnaðurin verður í fyrsta umfari mettur at vera omanfyri 100 mió. kr.

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið

Gomul tíðindir:

Áheitan frá IRF um, at øll húsarhald fáa sær ruskstativ

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.