Bráðtíðindi Fiskivinna Tíðindi Vinna

Hjálpargrunnurin Fyri Óarbeiðsførar Fiskimenn eigur ongan góðan

Enn einaferð bleiv ein fíggjarlóg samtykt, uttan at ein einasta króna bleiv játtað til Grunnin.

Tað er undrunarsamt, at ikki ein tann einasti ein politikkari skoytir Hjálpargrunninum fyri Óarbeiðsførar Fiskimenn ein tanka, nú fíggjarlógin skuldi viðgerðast og samtykkjast.
Okkara fiskivinna hevur í hesum samgonguskeiðnum goldið hundraðtals milliónur í tilfeingisgjøldum og uppboðs gjøldum, sum øll eru endað í landskassanum, har manningarnar á øllum fiskiskipunum hava goldið sín stóra part.

Nakrir av sjómonnunum eru vornir sjúkir, komnir til skaða, og beinleiðis óarbeiðsførir, og skulu til deils eisini halda eini virðilig jól við sínum kæru. Fleiri av teimum hava bæði eitt og fleiri børn undir 18 ár, og hetta setur krøv bæði so ella so, men fyri fleiri verður tað trupult, tí lítla játtanin, sum var á fíggjarlógini á kr. 300.000,- árliga, bleiv strikað av Sambandsflokkinum, í 2009-10 men kom í 2010-11 innaftur við kr. 100.000,- árliga, harav skulu rindast lýsingar, brøv sendst út og grannskoðari skal eisini rindast. Sigast skal, at tað eru ca 60 +/- umsóknir, sum koma inn til Grunnin hvørt ár, men her er snøgt sagt einki at gera gott við.

Sum formaður í Grunninum, so havi eg vent mær til fleiri av teimum fólkavaldu, um at senda Grunninum ein tanka, tá fíggjarlógin skal viðgerast, men tað sær ikki út til, at Grunnurin eigur nakran góðan.

Stutt lýsing av Hjálpargrunninum fyri óarbeiðsførar fiskimenn:

Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn, er grunnur, settur á stovn í 1938, við tí endamáli at veita sjófólki, ið eru vorðin óarbeiðsfør av sjúku ella skaða á sjónum stuðul.

Virksemi Grunnsins hevur í øll hesi ár havt alstóran týdning fyri tey sjófólk og familjur teirra, ið á ein ella annan hátt hava havt henda stuðul fyri neyðuni. Stuðulin verður veittur til jóla.

At enda skal eg sum formaður í grunninum fyri óarbeiðsførar fiskimenn, ynskja okkara politikkarum eini gleðilig Jól

Vegna

Hjálpargrunnin fyri Óarbeiðsførar Fiskimenn
Annfinnur Garðalíð
Formaður

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.