Hey allar Rynkur

Tíverri barst mær frá at verða í Klaksvík í morgun og siga tykkum farvæl, men eitt orð á vegnum skulu tit so í øllum førum fáa frá mær 🙂

Av góðum grundum veit eg hvussu nógv hart arbeiði liggur aftanfyri hjá tykkum, bara at verða komin hartil tit eru í dag. Og nú byrjar ferðin, og “WHAT A RIDE” sum liggur fyri framman. Hjá tykkum øllum liggur eitt hart arbeiði aftanfyri, men tað sum hevur havt allarstørsta týdningin er, at tit við samanhaldi og trúfesti og hjálpsemi og dugnaskapi hava megna tað allarbesta: TRÚNNA Á EGNA MEGI. Trúnna uppá at tað ber til hjá øllum. Og trúgvin uppá at tað ber til, er eisini aðaltátturin í at gerast frískur; frískur frá einum krabba, sum altíð er ein
óboðin gestur.

Havi tit ein super góðan túr. Tey sum eru við fyri fyrstu ferð; verið tit bara sum Pippi Smokkuleggur, og sigi við tykkum sjálvi: Hetta havi eg ongantíð roynt fyrr, so tað klári eg heilt sikkurt 😊

Í møðini á leiðini, eru tit menniskju millum menniskju. Og kenslurnar vilja røra tykkara insta hjarta, í andanum av at tit súkkla fyri børn við krabba og har tað bjarta mangan er dimt. Men soleiðis er tað at verða menniskja. Og soleiðis er tað at gleðast um lívið, við at geva okkurt frá sær. Og um onkur tár fella; ja so havi eg hug til at siga sum Leonhard Cohen:

There is a crack in everything, that’s how the light gets in.

So koyri á og havi ein super góðan túr 🙂

BON VOYAGE

P.S. Fann onga aðra mynd í eini handa vending, so tað bleiv til hesa 🙂

Pól Huus Sólstein

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.