Hevur tú, sum hevði korona í januar, svarað spurnakanningini um sjúkueyðkenni?

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu ger í hesum døgum, saman við øðrum, eina spurnakanning um sjúkueyðkenni við Omikron fyribrigdinum.

Øll tey, sum hava fingið staðfest korona frá 1. til 31. januar, hava fingið teldupost frá Landslæknanum við fyrispurningi um at luttaka í spurnakanningini. Tað tekur einans 3-5 min. at svara spurnablaðnum.

Íalt 4150 hava luttikið higartil, og tað eru vit sera takksom fyri. Men vit høvdu ynskt, at enn fleiri luttóku. So um tú ynskir at luttaka, men enn ikki hevur gjørt tað, so vilja vit heita á teg at fara inn at svara. Kanningin er opin til endan av februar mánaði.

Nærri kunning um kanningina fæst við at venda sær til Mariu Skaalum Petersen, maria@health.fo, tlf: 216695.

Sjúkrahúsverk Føroya

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: