Hevur tú hug at gerast partur av Ung í Arbeiði í summar?


– Mikukvøldið 15. juni bjóðar Ung í Arbeiði inn til forvitnisligt tiltak fyri tey, sum fara til arbeiðis fyri fyrstu ferð. Vilt tú vita, hvat tú kanst arbeiða við í summar? Ivast tú í, hvat verður vænta av tær, tá tú fert til arbeiðis? Kom ein túr í Finastøðina og fá svar uppá tað tú ivast í. Tiltakið byrjar kl. 20.00 og øll eru vælkomin. Eisini foreldur.

Skrá:
Jógvan Kallsgarð, samskipari í Ung í Arbeiði, greiðir stutt frá, um hvussu Ung í Arbeiði virkar og hvat UíA fer at arbeiða við í summar.
Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar arbeiðsmannafelag, kemur at greiða frá hvat eitt fakfelag er og um hvørjir rættindir og skyldur ein hevur sum arbeiðstakari.
Beinta Á. Gregersen, leiðari í Húsinum, kemur at fortelja hvat ein arbeiðsgevari ynskir av starvsfólkunum.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: