Hevur Javnaðarflokkurin í Havn smekka høvdið í?

Samfelagið alt ovurfegnast í hesum døgum um, at risastórar samfelagsíløgur verða gjørdar í okkara innfrakervi og atkomuviðurskiftini frá sjónum, so at vit knýta landið alt betri saman og fáa eina góða trygga havn inni á Skálafjørðinum. Øll uttan javnaðarflokkurin í Tórshavnar býráði.

Øvundsjúkan hevur tikið yvirhond á Vaglinum, og í eini síðstu desperatari roynd at leggja fótonglar fyri útbyggingini av havnalagnum í Runavík, verða stórir meirkostnaðir og seinkingar lagdar á allar útbyggingar av samfelagnum.

Við í fallinum tekur javnaðarflokkurin í Havn samferðsluna til Sandoynna, og leggur vinnuni í oynni stórar meirútreiðslur og gerð umstøður munandi truplari, sum eru rímuliga truplar í forvegin.

Fyri tveimum mánaðum síðani frættist annars frá semju millum landsstýrið og kommununa í Havn, um at landið skuldi lata 110 mió kr kvitt og fritt til kommununa fyri innkomuveg til Havnar. Hetta vil siga, at landið letur kommununi pengar at gera kommunalar vegir fyri, men kommunan steingir vegin so at bilar ikki sleppa at brúka vegin, og harvið dýrkar samfelagsútreiðslur munandi og leingir tíðarskeiðið sum hesar útreiðslur strekkja seg yvir. Sjálvur røkki eg ikki longri enn á stokkin, Tórshavnar kommuna má sær ráða. Men so leingi hesar avmarkingarnar í ferðsluni standa við, verður so ein atkvøða minni fyri avtaluni um innkomuvegin í Løgtinginum, og tað verður mín.

Tað kemur slett yvirhøvur ikki uppá tal at góðtaka nakra semju við ein, sum aftaná semjuna sparkar ein so dyggiliga á skinnabeinið, sum eg meti at javnaðarflokkurin í Havn hevur gjørt við allar borgarar landsins. Hetta mál verður reist politiskt eftir ólavssøku, tað er eitt lyfti frá mínari síðu.

Brandur Sandoy, tingmaður

Please follow and like us: