Hevur Fólkaflokkurin gloymt Norðoya Tunnilin?

So verður tað ikki gjørt, men so lætt sleppur mín flokkur ikki.

Vit høvdu eitt vallyftið til seinasta val og tað var, at tað skuldi vera ókeypist at koyra ígjøgnum Norðoya Tunnilin og tað vallyftið skulu vit halda nú.

Norðoya Tunnilin kostaði 395 milliónir tá ið vit lótu hann upp tann 29. apríl 2006 og bara teir seinastu mánaðanir hevur Heðin Mortensen borgmeistarin í Tórshavnar Kommunu fingið omanfyri 200 milliónir til vegakervið har suðuri, 110 milliónir til uttara ringvegin, nakað nógvar milliónir til innkomuvegin, avtalu um grót o.a., so samlað umleið helvtina av kostnaðinum av Norðoya Tunnilinum og har vit skulu gjalda í áravís til Norðoya Tunnilin, sum er útgoldin og nú er blivin til eina mjólkimaskinu og tey har suðuri sleppa undan at gjalda nakað sum helst fyri teirra vegakerv og vil Heðin Mortensen hava meira, so fær hann tað, man skuldi trúð at Javnaðarflokkurin var í samgonguni.

Soleiðis er politikkur nú á døgum, 100tals milliónir vera brúktar í høvuðsstaðnum, ongin sigur nakað. Nakrar milliónir vera brúktar í útjarðarnum og tað verður gjørt til nakað heilt stórt, men sum eitt ein lítil dropi í havinum, tá vit samanbera okkum við Tórshavnar Kommunu.

Her mín meining um Norðoya Tunnilin dags dato 04.08.2021, sjá filmsklipp herundir.

SO VERÐUR TAÐ GJØRT.

Símun á Høvdanum, Trustrup

H

Please follow and like us: