Hevur ein Kommuna loyvið at keypa handilshølir og matstovuhølir til onnur?

Eg havi sagt tað fyrr og eg siga tað aftur nú, “Tað ruggar ikki rætt í Klaksvíkar Kommunu”. Hevur ein kommuna loyvið at keypa handils og matstovuhølir til onnur?

Smb. innlit sum KVF hevur spurt um, so er ætlanin hjá Klaksvíkar Kommunu at leigar veghæddina frá Sjálvognarstovninum undir Kráarbrekku, soleiðis sleppur KK undan, at siga at teir eiga Biskupstorgi, men bara leiga hølini til onnur, men er hetta ikki okkara skattakrónur, sum eru brúktar til at byggja Biskupstorgi og sjóhitan?

Her er stórt hol í kommunulógini, tí sum kunnungt, so er tað Bústaðir sum byggir Biskupstorgi fyri Klaksvíkar Kommunu, men nú er tað so smart gjørt, at tað eitur at leiga hølini frá Sjálvsongarstovinum undir Kráarbrekku og hvør eigur Sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku, tað eru jú Klaksvíkar Kommuna og Bústaðir, har stovnsfæið er kr. 24.000.000,00 kr. 12.000.000,00 kr. Klaksvíkar Býráð og 12.000.000,00 kr. íbúðagrunnurin og leiðslan er ein nevnd, sum telur 6 limir, Klaksvíkar Kommuna 3 limir og Bústaðir 3 limir, sum hava rætt til rímiliga samsýning og er tað eftir mínari sannføring, at tað eru Klaksvíkar Kommuna og Bústaðir sum eiga Biskupstorgi og tí ferð Klaksvíkar Kommuna at leiga frá sær sjálvari.

Havi eg ikki rætt í hesum, so eru tit vælkomin at rættað meg.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: