HETTA SKAL LÁNTØKAN NÝTAST TIL

Ta∂ eigur ikki at koma óvart á býrá∂spolitikkarar, at tørvur var∂ at taka lán fyri at fíggja virksemið hjá kommununi vi∂ øllum tí virksemi sum er. At vit einans valdu at bi∂ja um heimild at lána 70 mill kemst av, at vi∂ gó∂um samskifti vi∂ arbei∂stakarar, hava flutt nøkur gjøld til 2022.
Ein orsøk til lántøkuna er tann, at undanfarna býrá∂ onki sett av til útstykking á Fossum og ídnaðarøkið á Bor∂oyarvík, ella avsett naka∂ til at fáa skil á veghæddina í Biskupstorgi. Bara hesi trý nevndu geva eina upphædd omanfyri 80 mill.
Tá eg havi úttala meg um, at núverandi meirluti bert hevur fingi∂ okkurt smávegis ra∂fest í núverandi fíggjarætlan, so er ta∂ ikki langt av lei∂. Nógv tann størsti parturin av játtanum fyri 2021 eru antin undirskriva∂ir sáttmálar ella avtalur, sum undanfarna býrá∂ einmælt hevur samtykt.
Vit vilja hervi∂ kunna∂ tykkum, sum hvønn dag, alt døgni∂ og alt ári∂, bæ∂i á sjógvi og landi forvinna skattakrónur til felagskassan, um hvussu íløgukarmur og lán skulu brúkast í hesum ári.

Annars hevur núverandi meirluti avgreitt fleiri áhugaverd mál í hesi setuni, sum hava ligi∂ leingi á láni. Klaksvíkar Hermetik er endiliga komin uppá pláss. Hetta kemur at kosta kommununi einar 3.5 mill, tá bygningurin stendur li∂ugt umvaldur. Asfaltering runt spinnaríi∂. Eisini fáa vit ein nýggjan dagstovn til 60 børn eftir summarferiuna. Millum onnur mál kunnu nevnast setan av tveimum dagrøktarum, nýggjan bil til sløkkili∂i∂, nýggja maskinu til grótbroti∂, arbei∂a við at vaksa um Nor∂havnina og bátahylin í Ánafir∂i. Hetta er bara eitt brot úr rúgvuni, av neyðugum og góðum málum, sum vit arbei∂a vi∂.
Núverandi lei∂sla í Klaksvíkar kommunu ynskir sanniliga, at hava eitt gott samstarv vi∂ allar býrá∂slimir. Klaksvíkar kommuna er ein kommuna í rúkandi vøkstri og vit vilja sanniliga frambur∂ og at allir borgarar í kommununi føla seg sum ein part av heildini.
Karl H. Johansen, borgarstjóri
Mín meining um íløgurnar hjá Klaksvíkar Kommunu og um minnilutan: