Hetta mugi tit hoyra – Adreanline út við nýggum lagi í dag – Spillikassin

Adrenaline – Spillikassin í dag á YouTube kl. 16:00

Adrenaline hevur akkurát útgivið teirra 5 staklag, og nú í dag kl 16:00 kemur teirra nýggja videolag Spillikassin út á YouTube.

Videolagið er tað fyrsta videolagið sum er nakrantíð upptikið í komandi mentarnarhúsið í Klaksvík.

Eyðbjørn Jacobsen hevur upptikið og redigera videolagið.

Allir vóru við í tí kreativu processina.

Adrenaline er ein partir av Listarok, sum er eitt tónleika tilboð til ung í Klaksvík, sum hjálpir at menna seg innanfyri tónleiki og sangskriving o.s.v

Teir spæla inn í studio hjá Hans Edward Andreasen. Hans Edward Andreasen er sum ein mentor, tvs. At hann hjálpir og lærir frá sær.

Eisni hevur listarok stuðla við videolag og menning. Ungdómshúsið í Klaksvík hevur eisni stuðla videolagið.

Manningin í Adrenaline vil fáa lív í Føroyskum Tónleiki, tí næstan eingin gerð Føroyskar rock sangir meira.

Teir útgóvu fyrsta lagið mai í 2020 sum æt “Eg vil koyra skjótari”.

Seinasti sangur teir góvu út var í novembur mánað í 2021 og tann sangurin æt Bjarta.

Adrenaline ætlar sær 100% at blíva við at gerða meira sangir, og ætla teir ikki at steðga við at gera tað.

Link til videolagið á YouTube ella klikk link herundir https://youtu.be/JGCp3TCVW9s

Videolagið verður á YouTube kl 16:00 í dag

Manningin í Adrenaline
Jónas Jacobsen 18ár – sang og gittara
Tórður Sóleyarson 17ár – gittara og kór
Niclas Elttør Høgnesen 17ár – Bass
Høgni Sørensen 18ár – Trummur

Allir í Bólkinum búgva í Klaksvík.

Vit ynskja manningina á Adrenaline hjartaliga tillukku, eitt frálíkt videolag.

Símun á Høvdanum

Her lagi hjá teimum, seinni kemur videlagið út á YouTube.

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: