Hetta er ein háðan ímóti Klaksvík!

Tað líkist lokalpolitikki meir enn nøkrum øðrum, sum Uni Rasmussen fremur, tá hann sum landsstýrismaður gevur Akstovuni beinleiðis og ítøkilig boð um at nevna sín egnu heimbygd og grannadalin, sum einastu støð, har ein landsstovnur fyrimunarligast skal liggja, og harvið tekur eina deild úr størsta býnum í norðurøkinum, sum hevur ligið í Klaksvík í umleið 70 ár.

Tað má metast at vera rættiliga sjáldsamt, ja næstan óhoyrt, at ein landsstýrismaður skal geva einum av sínum landsstovnum boð um at seta sína egnu heimbygd sum einastu sáliggerandi staðseting til deild hjá sama landsstovni, og at hann enntá fer so langt sum at seta tað sum eina beinleiðis treyt, ið gevur avgerandi stóran fyrimun í sjálvum útbjóðingartilfarinum.

Við hesum hevur landsstýrismaðurin persónliga og beinleiðis syrgt fyri, at Klaksvík, sum er nógv tann størsti og fólkaríkasti býurin í norðurøkinum, og hevur verið heimstaður fyri deild hjá Akstovuni, í umleið 70 ár, verður avskorin frá at kunna bjóða seg fram til at hýsa hesi deild.

Hetta má sigast at vera lokalpolitikkur av tí ringa slagnum, tá ein tekur frá tí fólkaríkasta og tættast bygda býnum, har flestu brúkararnir búgva savnaðir, og harvið gevur størsta partinum av kundunum hjá Akstovuni eina verri og dýrari tænastu.

Sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu mótmæli eg hesum harðliga, og eg undrist stórliga á, at tað júst er hendan landsstýrissamgongan, sum fremur hesa gerð og tekur ein landsstovn frá Klaksvík og Norðoyggjum, tí øll, sum fylgja við politikki, vita, at uttan valúrslitið í Norðoyggjum seinasta løgtingsval, so var hendan landsstýrissamgongan als ikki til.

Vit minnast, hvussu valúrslitið við seinasta løgtingsval var reytt, til úrslitið úr Klaksvík kom inn á telduskermarnar og koppaði meirilutan til tann bláa vongin, sum í dag situr við valdinum í Tinganesi.

Er hetta tøkkin, sum Klaksvík og Norðoyggjar fáa frá hesum somu politikarum og enntá frá einum av landsstýrismonnunum hjá nógv tí størsta flokkinum í Norðoyggjum við seinasta løgtingsval?

Eitt er, at ein landsstýrismaður vil gera broytingar til tað betra, men tað fer altso út um øll virðilig mørk, tá ein dittar sær at avskriva størsta býin frá somikið sum at sleppa at bjóða seg fram til at endurhýsa eini deild hjá einum landsstovni, sum hevur verið her í Klaksvík í umleið 70 ár.

Hugsar Uni Rasmussen landsstýrismaður veruliga, at tað fer at vekja virðing millum manna at vera so lokalpolitiskur í síni atferð, at hann enntá ikki gevur okkum í Klaksvík somikið sum møguleikan at bjóða okkum fram til framhaldandi at hýsa hesi deild okkara?

Hvat er tað fyri politikkur at avskriva ein heilan bý, sum er kendur fyri at royna at finna góðar loysnir, eisini fyri landsstovnar? Tað finst neyvan nøkur onnur kommuna her á landi, ið ger so nógv fyri at hava gott samstarv og at stuðla undir landsstovnar í kommununi. Er hetta tøkkin?

Eg kann her nevna, at vit áður hava víst á loysnir fyri staðsetingar av hesum stovni í Klaksvík. Er tað veruliga so galið, at tað er politikkurin hjá hesi landsstýrissamgonguni at útihýsa Klaksvík heilt frá at sleppa at bjóða seg fram?

Sum borgarstjóri í Klaksvík gangi eg útfrá, og eg havi ta álit á okkara landspolitisku leiðsla, at hon nú beinanvegin tekur neyðug stigini til, at henda ætlan landsstýrismansins í fyrsta umfari verður avlýst og útsett, so ein mannsømiligari framferð í hesum máli kann verða funnin, tí henda ætlan landsstýrismansins er ein beinleiðis háðan ímóti størsta býnum í norðurøkinum.

Klaksvík, 5. juli 2022

Karl H. Johansen
Borgarstjóri

Her okkara borgmeistari í hølinum hjá Fólkaflokkinum, vónandi seta okkara Løgtingsfólk Jákup, Beinir og Elsebeth Una uppá pláss, hatta verður als ikki góðtikið, við Fólkaflokskvøðu Símun á Høvdanum
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: