Hesi stilla upp fyri Norðoya Tjóðveldisfelag

Í gjárkvøldið var 2. og 3. uppstillingarfundur hjá Norðoya Tjóðveldisfelag. Fundurin var hildin í Finastøðini í Klaksvík, og eini 50 fólk møttu upp.

Hýrurin var góður, og nógv tóku orðið.

Uppstillaði fyri Norðoya Tjóðveldisfelag eru Eirikur í Jákupsstovu, Óluva Klettskarð, Anfinn í Toft og Christian Guttorm Mathisen. Síðst nevndi er til skips í løtuni, og kemur við á mynd seinni.

Fundurin gav nevndini í Norðoya Tjóðveldisfelag heimild at stilla eitt valevni upp aftrat, um nevndin ynskir tað.

Norðoya Tjóðveldisfelag

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: