Herða leiðreglurnar fyri ferðandi á miðnátt

Nú verða leiðreglurnar um sóttarhald herdar fyri fólk, sum ferðast til Føroya. Hetta er fyri at forða koronasmittuni at sleppa inn aftur í føroyska samfelagið.

Herdu mannagongdirnar innibera, at øll sum ferðast til Føroya, fáa ein faldara við greiðum boðum um at fara í heimauppihald í 14 dagar. Tey ferðandi verða eisini framhaldandi biðin um at lata myndugleikunum persónsupplýsingar at nýta sum partur í ”smittuuppsporingini”og soleiðis at sóttarhaldstoymið sum nakað nýtt eisini fer at seta seg í samband við tey fyri at vita, hvussu tey hava tað undir heimauppihaldinum.

Faldarin inniheldur kunning til ferðandi á føroyskum, donskum og enskum.

Eftir 14 dagar í heimauppihaldi, kunnu øll ferðast frítt í Føroyum, men sjálvsagt við virðing fyri almennu tilmælunum um frástøðu og reinføri.

Faldarin kann lesast her

Heilsumálaráðið

AT FARA Í HEIMAUPPIHALD INNIBER, AT
*Tú ert heima við hús og kanst vera saman við familjuni
*Tú fært ikki vitjan.
*Um tú skalt arbeiða, skal tað vera heimanífrá.
*Tú kanst fara túr í egnum bili og vera úti í náttúruni, har onnur ikki eru. Halt teg frá øðrum.
*Minst til eisini at halda frástøðu og hava gott reinføri, tá tú ert heima við familjuni.
*Tvær ferðir setir sóttarhaldstoymið seg í samband við teg. Tú fært ein *kontaktpersón í toyminum.

Grillin hjá Símun - Maverick
Grillin hjá Símun – Maverick
Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.