Her kann enda heilt galið í Klaksvík við Korona, um tiltøk ikki vera sett í verk beinanvegin við russarnar í Norðhavnini
Her kann henda heilt galið í Klaksvík við Korona, um tiltøk ikki vera sett í verk beinanvegin við russarnar


Verður ikki stramma upp umgangandi við russarnum í Norðhavnini kann enda heilt galið í Klaksvík. Korona smittan kann blussa uppaftur í stórum talið og sum vit møguliga ikki fara at hava tamarhald á?
Trý russisk skip hava ligið á Norðhavnini í nakrar dagar og umleið 200 sjómenn eru við teimum trimum skipunum og møguliga 100 eru smittaðir ella fleiri og hvat hendur um hesir sjómenn fara til handils í Klaksvík, so er sannlíkt at vit øll vera smittaði.
Forstandi slett ikki at russara sleppa inn til Føroyar. Er Rusland ikki eitt reytt land, har ferðandi slett ikki hava loyvið at ferðast til og frá. Hví vera russisku sjómennirnir ikki kannaðir áðrenn teir sleppa at bryggju í Føroyum? og hví fara teir ikki í sóttarhald, tá ið teir eru komnir til Føroyar? Sum sagt, so er Rusland eitt reytt land og tá skulu teir í sóttarhald um teir koma til Føroyar.
23 tilburðir av Korona av 30 kanningum og tá er slett ikki øll manningin á Karelia kannað og ongin av manninginum á hinum skipinum eru kannaðir. Har liggja tvey onnur russisk skip á Norðhavnini í skrivandi løtu og munnu ikki teir flestu av teimum sjómonnunum eisini vera smittaðir við Korona?
Hetta skrivar Heilsumálaráðið klokkan 17:12 í dag.
23 nýggir tilburðir umborð á russiskum trolara
23 nýggir koronatilburðir eru staðfestir í dag. Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Teir 23 tilburðirnir byggja á úrslit frá 30 kanningum umborð á russiska trolaranum AK-0749 Karelia, sum seinastu dagarnar hevur ligið við bryggju í Klaksvík. Kanningarnar umborð á trolaranum vórðu gjørdar, eftir at tað í gjár varð staðfest, at ein sjómaður umborð var smittaður.
Tá ið russisk skip leggja at við bryggju í Føroyum, so eru greiðar ásetingar um, at manningin ikki hevur loyvið út um eitt avmarkað økið við skipið.
Russiski trolarin AK-0749 Karelia hevur í dag avgjørt at loysa frá bryggju, og liggur í løtuni og bunkrar á Fuglafirði, áðrenn hann fer til fiskiskap.
Tilsamans átta føroyingar hava verið í sambandi við russiska trolaran, og teir eru allir settir í sóttarhald.
Almennu myndugleikarnir eru í løtuni í samband við russiskar myndugleikar um støðuna.
Heilsumálaráðið tann 25. juli kl. 17.12
Ongin ferðamannaskip sleppa at bryggju í Klaksvík, so er mín spurningur til Jógvan Skorheim og Tummas Lervig, hví sleppa russara at bryggju í Klaksvík?
SáH
