Corona

Her eitt dømi harra Bárður á Steig Nielsen

Her skrivar ein borgari um ein útlending, sum er komin til landi fyri fleiri døgum síðani og gongur nú møguliga og smittar hópin av fólkum runt alt Føroyar, um hann hevur Covid 19. Les hesa viðmerking á Facebook harra Bárður á Steig Nielsen:

Dato 28-04-2020

Var inni á einari cafe í gjár. Tá ið eg komi út aftur, kemur ein vakur fryntligur útlendingur yvir til mín og hevði spurningar viðvíkjandi leið 400 og ymist annað. Eg helt, at hann visti sera lítið um Føroyar. So eg sigi við hann:
„Tað ljóðar, sum tú ikki veitst nógv um Klaksvík og Føroyar sum heild?“ „Nei,“ svaraði hann, „eg eri komin til Føroyar fyri fáum døgum síðan.“ „Ok, so burdi tú sitið í sóttarhaldi,“ royndi eg at siga blídliga, og svarið var:
„Eg fekk tilboð um sóttarhald av vinarligum eftirlitsfóki á flogvöllinum, men eg TAKKAÐI NEI. Tey søgdu, at tað var frívilligt, og eingin lóg kundi noyða meg i sóttarhald..“
Eg bleiv heilt erligt kløkkur; men tá ið eg hevði summað meg, kom eg til ta niðurstøðu, at maðurin hevði so púra rætt. Tað var ikki eitt orð lygn. Maðurin sá út til at vera spillfrískur, men….!
***
Komin aftur til hús, hugsaði eg – hvat er tað, sum ger, at vit ikki vilja tetta lekan, sum er?? Ein skilamaður fyri og annar eftir siga, at tað er innkomuvegurin, sum er trupulleikin. Smittan er ikki her í landinum. Hon kemur uttanífrá!
Hugsið tykkum, at vit sum land kundu reist okkum aftur skjótari enn nakað annað Norðurland. Vit hava gjørt tað fyrr, so hví ikki einaferð enn.
Vælsignaðu tit, sum ráða fyri borgum og hava ávirkan!! Finnið nú eina føroyska loysn og ikki eina danska, har alt annað er vavt uppí. Tit hava megnað tað mest ótrúliga. Takk skulu tit hava.
Men missið nú ikki alt á gólvið. Nú er løtan. Enn ber til at steingja smittuni úti. Torið at taka røttu støðuna okkum øllum til besta!

Ein borgari á Facebook fyri 6 tímum síðani

SáH

 

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.