Hentar og hondgjørdar jólagávur í Klaksvík í dag

Í dag verður ein góður møguleiki at keypa góðar hondgjørdar jólagávur í Klaksvík.
Mikudagin 20. november frá kl. 14 hava vit í ”Gloym meg ei” nevniliga árligu jólasøluna í hølum okkara á Klaksvíksvegi 57.
Her ber til at keypa ein hóp av handgjørdum jólagávum – so sum: jólaprýði, jólakort, smúkkur, teppi, lappar og mangt annað.
Eitt tombola er sjálvandi eisini á skránni.
Afturvið øllum hesum fæst eisini ein drekkamunnur við nýbakaðum vaflum afturvið.
Jólasølan mikudagin 20. november byrjar klokkan 14 og endar klokkan 18.
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: