HENNARA HÁTIGN MARGRETHA DROTNING VITJAR Í SVÍNOY

Orsaka av, at Kongaskipið Dannebrog fekk maskinskaða sunnudagin, og ikki verður við á ferðini, hevur verið neyðugt at tillaga skránna nakað.

Broytingarnar merkja m.a. at Hennara hátign Margretha drotningin, á hesum sinni, ikki vitjar í Klaksvík.

Ístaðin verður drotningin flogin beinleiðis úr Havn til Svínoyar, har borgarstjórin, Karl Johansen tekur ímóti.

Vitjað verður í Svínoy millum kl. 10.50 og 13.20.

Klaksvíkar Kommuna

Please follow and like us: