Hennara hátign, Margretha drotning, fyllir 80 ár í dag :)

Í hesum sambandi fari eg at leggja hesa stuttligu og fyri meg søguligu mynd út her á facebook.

Myndin er tikin sunnudagin, 7. juli 1963, tann dagin, tá ið Christianskirkjan í Klaksvík varð vígd, og kongur, Fríðrikur 9., saman við sínum trimum døtrum, prinsessunum, Margrethe, Benedikte og Anne Marie, var við til hátíðarhaldið.

Júst um hetta mundið var eg, sum tá var 10 ára gamal, inni í Klaksvík og ferðaðist í summarfrítíðini, og gisti hjá Karlu og Dánjal, mammubeiggja, og henda dagin, tá ið hátíðarhaldið var í Christianskirkjuni, fóru Victor, systkinabarnið, og eg yvir til kirkjuna saman við so mongum øðrum, ivaleyst fyri at vita, um vit kundu fá eyga á kongin og prinsessurnar. Tað var jú ein spennandi hending!

Minnist ikki so øgiliga nógv frá hesum degnum, burtursæð frá at vit sóu kongin og tær fínu prinsessurnar. Men nakrar dagar seinni hekk hetta bílætið í vindeyganum hjá einum fotografi (Ruth Andersen, seinni Miðskarð) í Klaksvík!

Inni í bilinum eru, sum øll síggja, Fríðrikur kongur og Margretha, ið tá var krúnprinsessa, men hinumegin bilrútin stendur ein forvitin smádrongur, sum púrasta óvitandi og av tilvild er komin við á myndina – og hetta er eingin annar enn eg sjálvur!

Mamma fór og keypti hesa myndina og hongdi hana upp í stovuni – og hon hongur framvegis her í húsinum.

Havi fleiri ferðir seinni í lívinum, bæði sum løgtings- og landsstýrismaður og eisini sum løgtingsformaður hitt Margrethu drotning, sum eg havi stóra virðing fyri.

Ynski henni hjartaliga tillukku.

Facebook: Jógvan á Lakjuni

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.