Heita staðiliga at strika filmsbrotið

”Politiið er gjørt vart við, at eitt filmsbrot frá eini álvarsligari ferðsluvanlukku, ið hendi í vikuskiftinum, er í umferð á sosialu miðlunum. Politiið vil staðiliga heita á øll, sum hava filmsbrotið um at strika tað og ikki víðarigeva tað til onnur.

Tað er brot á revsulógina at víðarigeva slík filmsbrot og kann geva 6 mánaðar fongsulsrevsing.”

Føroyar Politi

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: