Landsliðsmiðverjin, Heini Vatnsdal, hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við KÍ.
Heini hevur, saman við Odmari, myndað KÍ miðverjuna seinastu árini og er avgerðandi fyri sterka verjuspæli, sum KÍ vísir á vøllinum.
30 ára gamli landsliðsleikarin hevur 51 dystir og 6 mál á baki í kongabláa búnanum.
Sáttmálin er galdandi til og við 2024.
Vit ynskja Heina framhaldandi bestu eydnu í KÍ.
KÍ – Klaksvíkar Ítróttarfelag
Her filmsklipp har Rói tosar við venjaran Mikkjal, klikk link her… https://fb.watch/deG3knzEMO/
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: