Heimasíðan hjá Klaksvíkar Kommuna provokerar

Nú vit skriva 9. juni, so lýsir Klaksvíkar Kommuna enn við Norðoyastevnuskránni 2021 á teirra heimasíðu?

Heimasíðan hjá Klaksvíkar Kommuna er sera ágangandi ímóti okkum sum royna av øllum alvi at halda lív í okkara fyritøkum, nú Korona hevur verið í Føroyum síðan 12. mars 2020.

Teir lýsa enn á heimasíðuni við skránni av Norðoyastevnuni 2021 og sum tit vita, so høvdu teir ikki rygg til at halda stevnuna og avlýstið alla stevnuna og tað hevði tær fylgjur, at fyritøkurnar, frítíðarfeløg og ítróttarfeløg her norðuri misti 100túsundtals av inntøkum.

Tí er tað sera provokerandi, at teir í dagavís aftaná stevnuna, blívi við at lýsa við Norðoyastevnuskránni á  teirra heimasíðu. Duga tit ikki at uppdaterað heimasíðuna, so kann eg gera tað fyri tykkum, tí SO VERÐUR TAÐ GJØRT.

Í 2020 var eisini Norðoyastevnan avlýst og allar hinar stevnunar blivu hildnar. Tá vóru NULL smittaði í øllum Føroyum og í hesari stevnuni var EIN smittaður í Norðoyggjum.

Nógv høvdu væntað, at Kappróðurin og útitiltøkini blivu hildin, men ikki ein gang kappróðurin bleiv hildin og so er tað sera provokerandi, at hoyra Pál Weihe í gjárskvøldið í Dag & Viku, har hann helt at nú kunnu summarstevnunar aftur haldast, akkurát sum onki var hent.

Sama gjørdi sama maður í 2020, har bara Norðoyastevnan bleiv avlýst og allar hinar stevnurnar blivu hildnar.

Mær vitandi er Koronasmittan leys enn og taka vit tølini frá í gjár, so vóru tríggir smittutilburðir, har tveir persónar vóru partur av kendari smittuketu, meðan tað enn ikki er greitt, hvussu tann triðið persónurin hevur fingið smittuna. Hvat er so munurin á seinastu viku og hesa vikuni harra Pál Weihe og Bárður á Steig Nielsen?

Her ruggar ikki alt rætt, Pál Weihe hevur fingið alt ov stóra makt og okkara politikkara her norðuri hava ongan rygg og lata alt um seg ganga, bæði í 2020 og 2021 og teir sum hava mist milliónir av inntøkum, síðani Korona kom til landi, eru fyritøkurnar í Norðoyggjum, sum so pillbýtt halda tilmælini og fáa NULL krónir í eyndurgjaldið frá tí almennu Føroyum, takka verður Klaksvíkar Kommunu, Pál Weihe og Bárður á Steig Nielsen.

SáH

 

Please follow and like us: