Heimabeiti veit eisini hvar Varpið liggur í Klaksvík

Mynd, Varpið, mynd frá gamlar myndir úr Klaksvík/Norðoyggjum

Dávur Winther og Jóhanna Christiansen vita sjálvandi eisini hvar Varpið er, men tey vilja seta split í fólki í Klaksvík og vilja broyta staðarnøvnini sum teimum lystir og tað skulu vit borgarar slett ikki góðtaka.

Tað er Felagið Staðarnøvn, sum leggja øll staðarnøvnini inn, Heimabeiti hevur eina avtalu við Jarðir og leggja hereftir staðarnøvnini út á heimasíðuna hjá teimum heimabeiti.fo. og er hon ein heimasíða, sum fortelur okkum um staðarnøvnini runt Føroya land.

Staðarnøvn hevur skrásett yvir 52.000 staðarnøvn í Føroyum og eru í ferð við at staðseta staðarnøvnini við heimildarfólki runt um í Føroyum.

Tú kanst fara inn á heimabeiti.fo og ovast stendur Staðarnøvn,har kanst tú fara inn á staðarnøvnini eitt nú í Haraldssundi og Skarði. Tú kanst eisini skriva Borðoy og leita undir Varpið, so kemur tú innangarðs Klaksvík og so koma myndir av Varpið og tað er sjálvandi ikki har menturnarhúsið í Klaksvík er, men myndir har Varpið er, fær inn á www.heimabeiti.fo og har síggja tit hvar Varpið liggur og har er hópin av vøkrum myndum.

Her nakar myndir frá heimasíðun hjá Heimabeitinum, har tey vísa okkum hvar “Varpið” liggur.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: