Seinastu vikurnar hevur ymiskt verið á skránni í samband við Virkið vár, har eitt av endamálunum hevur verið at varpa ljós á tiltøk í býnum, sum eru heilsufremjandi kropsliga og sálarliga.

8. mai skipaði Fólkaheilsuráðið fyri heilsukanningum. Nógv fólk tóku av tilboðnum, og fingu eisini tilboð um, at koma til uppfylgjandi heilsukanning 2. juni. Hetta er tó flutt til 5. juni millum kl. 11:15 og 14:15.

Øll eru hjartaliga vælkomin at gera heilsukanningarnar, sum vera á Skúlatrøð, í hugnakrókinum ið vendir niðan ímóti skúlagarðinum. Til ber at kanna BMI, feittprosent og vødda mongd. Kaffi, te og frukt verður eisini at fáa.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author