HB Føroyameistari 2018 í Klaksvík

KÍ kann takka sær sjálvum fyri, at HB gjørdist Føroyameistari 2018 í Klaksvík.
Í dag spældu KÍ enn ein vánaligan dyst ímóti HB, har teir ferð aftaná ferð spældu bóltin aftureftir og tá ið HB hevði lagt seg á odda 2-0, tá byrjaði okkara menn at spæla bólt og spælt bleiv frameftir og vakran álopsfótbólt.
Havi kanska ikki so nógv innlit í fótbólt sum venjarin hjá KÍ Mikkjal, men at spæla bólt aftureftir, vinnur man ongan dyst, spæl frameftir, skjót bóltin í málið og tit vinna dystin, so er tað sagt.
Tað var annars Ári M. Olsen sum legði HB á odda 1-0 í 54 min., har málmaðurin hjá KÍ ferð skeivur av einum bóltin og bólturin endar hjá Adrian Justinussen, sum spælir Ára púra fríðan og bólturin situr í málinum hjá KÍ.
Jógvan A. Skeel Nolsøe skoraði til 2-0, har KÍ enn einaferð spælir bóltin aftureftir og ein HBari kom ímillum og legði bóltin til ein púra leysan Jógvan, sum ótarnaður kundi leggja HB á odda 2-0 (sjá myndir niðanfyri) og tað tryggjaði HB Føroyameistaraskapið 2018.
KÍ fekk pynta um úrslitið, tá ið Kristoffur Jakobsen skoraði til 1-2 í síðsta minuttinum, men lítið hjálpi. Arvafíggindin HB gjørdist Føroyarmeistara í Klaksvík og tað skal bara ikki henda.
Stór frøi á mongu HB viðhaldsfólkinum, har neyðbluss, fýrverk, sirenur hoyrdist um allan býin og áskoðarnir tustu inn á vøllin fyri at heiðra sínar spælarar.
Tillukku HB við Føroyameistaraskapinum 2018, tað hava tit fult uppiborið, nú heilið fýra umfør eru eftir av landskappingini.
Til KÍ, spæli frameftir og fái skil á álopinum, so kunnu tit koma langt næsta ár. Spæla tit aftureftir, so kunnu tit gott avskrivað Europa eisini.
SáH