Hanus Hansen svarar Javnaðarflokkinum við Sjúrða Skaale á odda aftur

Toppurin hjá Javnaðarflokkinum við Sjúrða Skaale á odda, hava øll hesi fýra árini roynt at niðurgjørt Hanus Hansen og í hesari vikuni royndi Javnaðarflokkurin við toppskorarnum til Fólkatingsvalið Sjúrða Skaale enn einaferð at niðurgera Hanus Hansen og JFK, her filmsklippið hjá Sjúrða Skaale, har hann spyr Hanus Hansen seks spurningar?
Her svarar Hanus Hansen honum aftur. News.fo og Norðoya Portalurin hava roynt at fingið Sjúrða Skaale at svara uppá nakrar spurnignar við hansara vinnufyritøkur, men enn onki svar fingið?
Her greinin frá týsdegnum:
Hvar Enda Pengarnir Hjá Sjúrða Skaale?
Sjúrður Skaale spyr hvussu stjórin í JFK húsast. um peningur rennur annan veg enn í Føroyska landskassan. Sjálvur er Sjúrður ein tann kendasti entertainarin í landinum. Hann framførur næstan hvørt vikuskifti og onkuntíð fleiri ferðir um vikuna. Og hann er ikki millum tey bíligastu. Harafturat hevur hann havt fleiri stór show, sum fleiri 10.000 tals føroyingar hava keypt atgongumerki til.
Sambært bl.fo eigur Sjúrður tvey partafeløg saman við øðrum nevniliga P/F Pipar & Salt og P/F Søkin. Seinasta ferðin nakað av feløgunum rindaðu skatt var í 2007, tá felagið P/F Pipar og Salt (fór á húsagang í 2011) rindaði 16.000 kr.
P/F Søkin sum rekur útróðrarbát og annars hevur til endamáls at útgeva og dríva handil, hevur ongantíð rindað skatt sambært teimum upplýsingum vit finna á www.bl.fo og hevur havt undirskot hvørt ár