Hans Pauli Henryson heldur fram sum formaður í Suðuroyar Fólkafloksfelag

HANS PAULI HENRYSON HELDUR FRAM SUM FORMAÐUR Í SUÐUROYAR FÓLKAFLOKSFELAG💚👏
Suðuroyar Fólkafloksfelag hevði aðal- og fyrsta uppstillingarfund á Seglhúsloftinum ónskvøldið 20. mars 2019.
Nevndin hevur nú skipað seg, og er hon samd um, at Hans Pauli Henryson heldur fram sum formaður.
Undan aðal- og uppstillingarfundinum skrivaði Hans Pauli Henryson hesi mergjaði orð á Facebook:
– Nýggir limir leggjast afturat dagliga og eg føli at “vindarnir blása rætta vegin” okkum til fyrimunar. Men upptakið verður stórt um vit koma í samgongu aftaná valið, tað má brettast upp um armar og tung tøk mugu takast fyri at fáa land okkara aftur á rætta kós, serliga økonomiskt og á fiskivinnuøkinum.
Soleiðis skal tað ljóða frá einum virknum og eldhugaðum formanni. Vit mugu øll bretta um ermar, um tað skal eydnast okkum at koma í stjórn aftur. Landinum og fólkinum at frama.
Myndin er frá væleydnaða landsfundinum hjá Fólkaflokkium í fjør, sum Suðuroyar Fólkafloksfelag við formannium á odda, Hans Pauli Henryson, skipaði fyri.
Ein fantastiskur dagur og fundur💚👏👍
Nevndin í Suðuroyar Fólkafloksfelag:
– Hans Pauli Henryson, formaður
– Poul Laust Christiansen, næstformaður
– Bergur Bærendsen, kassameistari
– Knútur Nygård, nevndalimur/ limur í landsnevndini
– Bergur Jakobsen, nevndarlimur
– Meinhard Gårdlykke, nevndarlimur
– Sólfinn Gudmundarson, nevndarlimur
– Ronni Hammer, tiltakslimur
– Petur Olsen. tiltakslimur